Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningureftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Politiska avgerðin um uppsetan av eftirlitsradara

Spurningar:
1. Nær fer landsstýrismaðurin at taka endaligu politisku avgerðina um at loyva donskum myndugleikum at seta upp ein eftirlitsradara í Føroyum?

Viðmerkingar:
Tað er í longri tíð farin fram ein drúgv politisk viðgerð av umbønini frá donskum myndugleikum um loyvi at seta upp ein eftirlitsradara í Føroyum.

Málið tók seg upp fyrst í 2021 og er viðgjørt síðan líka fram til í dag, hóast málið eftir ætlan skuldi verið avgreitt longu í seinnu helvt av 2021.

Tað, sum í løtuni er óheppið er, at málið tykist at vera blivið meira ella minni ein politisk kastibløka, og óvissa valdar um, hvat veruliga hendir í hesum málinum.

Tað er landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, sum skal taka endaligu politisku avgerðina, eftir ráðførslu við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, og boða donskum myndugleikum frá henni.

Radaramálið hevur stóran almennan týdning fyri og áhuga millum føroyingar. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 11. mars 2022
Johan Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo