Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Mikukvøldið, 1. februar kl. 19:00, letur Laila Nikolajsen upp málningaframsýning í Ribarhúsi. Laila býr í Vestmanna og er dóttir Johild og Ole Nikolaisen. Johild var ættað úr Fuglafirði og varð borin út sunnudagin 8. januar í ár úr Fuglafjarðar kirkju. Hon var dóttir Sam og Margrethu Jacobsen. Ole er dani, og í hansara familju vóru eisini fólk, sum høvdu skapandi evni. Margretha var av tí musikalsku familjuni í Havnini, sum hevur Guttesen til eftirnavn. Sam var sonur jóhannus í Lon og Annu Margrethu, sum var ættað av Syðradali . Lonaættin er tiltikin musikalsk. Her hava tey musisku, musikalsku og tey skapandi evnini ikki skortað. Ja, ofta er stuttur vegur millum tónleik og myndlist, og kann hetta fara upp í eina hægri, listaliga eind til gleði og gagns fyri fólk flest eins og hjá Lailu.

Myndirnar hjá Lailu eru ofta poetiskar myndir, og fer hon við sínum penslabørnum undir vatnskorpuna og letur teirra livsæla, rytmiska litdans flyta seg millum tang, tara  og tonglar . Vakur er heimurin undir vatni. Vit, sum eru vaksin upp við sand og fjøruklett, kunnu bara ásanna, at lívið er eins ríkt undir havsins rondum , fram við brimbardan  boða,  sker og stein, flúr og nestanga,  sum á landsins fjøllum, líðum, túgvum, dølum og bygdaløgum. Hetta hevur Laila tikið til sín og vælsignað veri penslabørn hennara.

Frits

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo