Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Í morgin, 3. mars 2019 kl. 20 letur Sonja Ingolfsdóttir Jacobsen upp forvitnisliga málningaframsýning í forkirkjuni í Glyvra Kirkju.

Sonja hevur, so langt hon minnist, havt áhuga fyri litum og kreativiteti. Hon minnist, at hon longu sum barn mangan var hugtikin av náttúrubrigdum uttan um seg og so við og við lærdi seg at festa tað, hon sá og upplivdi, á pappír.

Hon var í Skúlanum sera áhugað í evning og minnist við gleði myndlistatímarnar í Fuglafjarðar Skúla hjá Frits Johannesen, har hon rættiliga varð elvd til at halda fram við at menna sínar listagávur.

Hendan tilelving hevur so við og við givið Sonju dirvið til at halda fram á listaleiðini, soleiðis at hon eftir framhaldandi skeiðum – bæði her heima og burturi – hevur ment evnir síni at fjøltátta list sína.

Sonja er læraralærd og valdi sær eisini her myndlist sum sergrein.
Sonja hevur onkuntíð fyrr verið við á listaframsýningum saman við øðrum; men hetta er fyrsta serframsýning hennara.

Um málningarnar, Sonja sýnir okkum, er í stuttum at siga, at her vísir hon okkum samskiftið millum náttúru og menniskju í Guds ríka skaparaverki, har myrkur og ljós og sorg og gleði á undursaman hátt leika við í myndevnum hennara.

- Góð list krevur ikki tey mongu orðini; hon skal síggjast, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo