Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Vandamikli áleyparin á franska landsliðnum Olivier Giroud verður møguliga ikki tøkur til finaluna í morgin móti Argentina.

L’Équipe skrivar sambært nrk.no, at Giroud stríðist við einum skaða í knænum, og hetta er orsøkin til, at hann kanska ikki verður at síggja á vøllinum í morgin. 

Frakland hevur noyðst at klára seg uttan stjørnur sum Karim Benzema og Christopher Nkunku í HM-endaspælinum, men Olivier Giroud hevur við sínum fýra málum í fimm dystum higartil víst, at hann ikki er fyri ongum.  

Frakland hevur havt trupulleikar við fráveru undir kappingini. Dayot Upamecano og Adrien Rabiot vóru ikki við móti Marokko mikukvøldið vegna sjúku, og Raphaël Varane og Ibrahima Konaté hava eisini verið sjúkir aftaná hálvfinaludystin móti marokkanum.

Dysturin ímillum Frakland og Argentina í morgin byrjar klokkan 15 føroyska tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo