Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri nøkrum árum síðani vakti tað ikki sørt av ansi, at býráðs-frúgvin Annika Olsen, sum annars er vágbingina og beinleiðis inkarneraður suðuroyingur, var farin at kokettera við at tosa eitt sera undarligt slag av havnarmáli í staðin fyri at brúka sítt vanliga suðuroyar-mál.

Hon royndi beinleiðis at flýggja undan sínum identiteti.

Tað lukkaðist henni ikki.

Hennara besyndarliga og komiska newspeak minti sera lítið um havnarmál og bleiv eitt ekstremt løgið málsligt  surrogat.

Sovorðið krampaktigt identitetsskifti lukkast aldrin og verður altíð rættiliga komiskt.

Men vágbinginan Annika Olsen skal eiga tað rós, at hon uppgav rættiliga skjótt hesar fjákalótir og fann aftur til sítt natúrligu vágs-mál.

MEN nú er nærmasta skyld-vágbingina hennara, frúgvin Barbara Holm farin at kopiera Onniku í KVF-sendingum, har Barbara, hóast sína natúrligu suðuroyar-dialekt, er farin at royna seg við einum bizarrum "norðanmáli", sum aldrin hevur verið til, og sum slett ikki riggar.

Hon manglar bæði tann viðfødda máltónan og eksakta vitan um, hvussu man úttalar orðini á norðanmáli.

Hon tosar tí á einum máli, sum slett ikki eksisterar og heldur ikki  hevur verið tosað nakrastaðni í Føroyum.

Tað ljóðar, mjúkliga sagt, sera barbariskt.

Slíkt skaparí er ikki bara óklæðiligt, men sovorðnar pubertilar fjákalótir taka fulkomuliga focus frá "boðskapinum".

Sakleysir hyggjarar fara at lurta meira eftir, hvussu tosað verður, enn hvat verður sagt.

Tað er heilt oyðileggjandi fyri tað journalistiska innihaldið.

Tá er meginmunur á hennara bragdliga starvsfelaga av Sandi.

Hann  er eingin krukka og skapar sær slett ikki.

Hann tosar eitt ramligt, ektað, viðkomandi og klingandi sandsmál.

Har er als eingin eskapisma.

Av honum kundi tann fjákuta Barbara lært nógv um journalistikk og vanligan fólkaskikk. 

Man skal ikki spæla komediu og skapa sær fyri sínum lurtandi hyggjaraskara.

Hvis hon ikki vil vera bekent við sín uppruna og sína natúrligu suðuroyardialekt, má henda narcissistiska vágbingina sleppa mikrofonini með alla.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo