Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Uppi í hesari frásøgn er eisini søgan um, hvussu føroyingar fóru at vita meira til sín mentanarliga og tjóðskaparliga. Nortið verður við týðandi tilburðir í málsøgu okkara farnu øldirnar, og sagt verður frá teimum, sum vóru undangongufólk í stríðnum fyri føroyska málinum.

Í fyrsta partinum taka vit okkum fram til 1905. Vit hoyra um royndirnar hjá V.U. Hammershaimb at evna til eitt føroyskt skriftmál, og um tjóðskaparvekingina millum føroyingar í útisetu og heima í Føroyum seint í 1800- árunum.

Stutt eftir, at Føringafelag er stovnað í 1888 og Føringatíðindi, fyrsta avís, skrivað á føroyskum, kemur út í 1890, tekur seg upp tvístøða um føroyska skriftmálið. Málfrøðingurin Jakob Jakobsen mælir til eina ljóðfrøðiliga stavseting heldur enn hina upprunafrøðiligu málskipanina hjá Hammershaimb. Í 1895 verður samtykt uppskot um Broyting, sum er ein linking í Hammershaimbs-stavsetingini, men mótstøðan er stór, og sum frá líður verður gingið frá semjuni um Broyting.

Føringafelag klovnaði av harða stríðnum, og í 1906 fáa vit politiskt floksbýti á tingi. Tann breiða tjóðskaparrørslan er syndrað av innanhýsis málstríði. Stóra stríðsmálið í nýggju øldini er, um føroyskt skal loysa danskt av sum kirkju- og undirvísingarmál. Smátt gongur at fáa politiska undirtøku í Føroyum fyri hesum setningi.

Í 1912 verður tann umstrídda grein 7 samtykt, ið ásetur, at danskt er kenslumál í Føroyum. Eldsálir strevast kortini uttan íhald at vinna føroyskum betri sømdir. Í 1930-árunum fæst politiskur meiriluti í Føroyum fyri kravinum um, at føroyskt verður javnsett við danskt í kirkju og skúla. Sagt verður eisini frá lyklapersónum í málstríðnum; V.U. Hammershaimb, Jakob Jakobsen, Fríðrik Petersen, Jákup Dahl, A.C. Evensen o.a.

Tó at stríðið at vinna føroyskum heiðurssess í kirkju og skúla varð vunnið, skuldu stóru tøkini at menna føroyskt sum alment mál í Føroyum takast árini eftir Seinna Heimsbardaga.

Hugsjónarmenn ganga undan í hesum strevi.

Í Keypmannahavn ganga í 40-árunum útisetar við føgrum dreymum um at skapa eitt føroyskt vísindamál á hægri lærdómsstovni í Føroyum. Framskygdir lærarar ásanna stóra tørvin á undirvísingartilfari á føroyskum og fara sjálvir at skriva bøkur til skúlabrúks. Málsliga væl skøddir rithøvundar styrkja føroyskt sum bókmentamál við dygdarskaldskapi í bundnum og óbundnum máli.

Nýggjur loftmiðil fær brátt støðu sum málsligur mentanarberi. Søgur og sangir á føroyskum gerast alt vanligari. Í 1974 kyknar upp nýtt málstríð í Føroyum. Næmingar á studentaskúlanum í Hoydølum seta prógvið í veð, tá teir krevja at tosa føroyskt í munnligari próvtøku.

Trætan elvir til politiskt rumbul í Føroyum og Danmark. Um aldamótið fara føroyskar orðabøkur at koma út í stórum tali. Forlagið Sprotin setur nýggja dagskrá á hesum øki. Men føroyingar eru framvegis ósamdir um móðurmálið. Málfelagið er í andstøðu til almenna Málráðið og hevur at Setursføroysku málkósini, tey rópa, og ávarar um málsliga fremmandagering. Stóra avbjóðingin hjá føroyskum nú á døgum er alheimsgeringin og fremmandamálini, sum gera innrás á øllum mótum. Fara komandi ættarlið at varðveita sín upprunamálsliga samleika í hesum meldri?

Málfrøðingar, søgumenn, rithøvundar og onnur eru við í sendingunum. Fyrsti partur í røðini, "Eg veit ein kvist", kemur í kvøld aftaná 3-2 klokkan 19:50. Annar partur, "Nú er tann stundin", kemur mikukvøldið klokkan 19:25, og triði partur, "Um nú nýggjar øldir líða", verður sendur hóskvøldið klokkan 20:30.

Suni Merkistein og Hans Petur Hansen løgdu til rættis í 2016.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo