Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Krabbameinsfelagið: Ein morgun í fjør, tá ið Eydna Gregersen úr Sandavági lurtaði eftir útvarpinum, hoyrdi hon umboð fyri Krabbameinsfelagið greiða frá um Grannakaffi og helt beinanvegin, at hetta var eitt tiltak, ið hon kundi hugsað sær at verið vertur fyri. Tá ið hon segði hetta fyri manninum Atla, tók hann beinanvegin undir við tí. Tey kendu fleiri, ið høvdu stríðst við krabbamein, og mamma Eydnu var eisini vorðin frísk av krabbameini. Hugsanin hjá teimum var, at hetta skuldi verða ein vónríkur dagur samsvarandi virðunum hjá Krabbameinsfelagnum. Fyri ikki at koma tvørt fyri annað Grannakaffi tiltak seinnapartin, gjørdu tey av at hava sítt um morgunin. Eitt av fyribyrgjandi ráðunum hjá Krabbameinsfelagnum er rørsla, og tí gjørdu tey av at skipa fyri einum gongutúri úr Vatnsoyrum og heim til húsini í Sandavági, har tey búgva. Tey, ið ikki høvdu hug at ganga, vóru boðin til ein kaffimunn kl. 11.00.

Gongutúrurin byrjaði kl. 09.00, og ein granni, sum eigur buss, var skjótur at bjóða seg at koyra øll, ið ætlaðu at ganga, frá húsunum hjá Eydnu og Atla til Vatnsoyrar. Gott 30 fólk í øllum aldri møttu upp og áðrenn tey fóru til gongu, sungu tey várliga morgunsálmin “Nú skínur sólin bjarta”. Síðani gekk leiðin eftir vørðunum og við á ferðini var eisini ein granni, ið greiddi frá søgnini um Seyðamannin á Sondum, sum kemur í hóslag við eina huldukonu, hvørs vakra reyðlitta stakk, hann hevði stolið á túri á hestbaki við Húsagjógv. Huldan heldur aftan á seyðamanninum allan vegin til Sandavágs og klárar at fáa allan stakkin aftur uttan aðra ermuna, sum síðani varð brúkt til messuakul í Sandavágs kirkju. Fólkini hildu hetta vera sera spennandi at hoyra um á leiðini.

Komin heim til húsini í Sandavági, varð borðreitt við frukt, køku og smyribreyði við føroyskum viðskera. Eini 60 fólk komu til Grannakaffi, nógvir grannar, familja og vinir vitjaðu, og Eydna og Atli vóru eisini fegin at síggja, at fólk, ið vanliga ikki detta inn á gólvið, komu á gátt. Tey sungu nakrar várligar felagssangir og eisini sungu Kirstin og Terji nakrar sangir, men annars snúðið tað seg um at hava eina hugnaliga løtu saman, uttan at hugsa so nógv um døpru síðuna av krabbameinssjúkuni. Eydna væntar, at tey fara at melda seg sum vertir aftur í ár, tí tey vilja fegin vera við til at varpa ljós á krabbameinstrupulleikan og stuðla undir  meira gransking. Hartil siga tey, at “slíkt tiltak hevur einki uppá seg, tí familja, vinir og grannar eru so ófør at bjóða seg fram at hjálpa”, og halda, at Grannakaffi tiltakið er framúr gott, tí tað byggir á orðatakið “mangir løkir smáir gera stórar áir”. Skuldi Krabbameinsfelagið sjálvt staðið fyri øllum, hevði tað harafturímóti verið eitt ódnartak.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo