Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Vanligastu nøvnini á kvinnum, sum búðu í Føroyum 1. januar í ár, vóru Maria, Anna og Annika. Síðani koma vælkend nøvn sum Beinta, Katrin, Rannvá og Marjun. 

Maria, Anna og Annika hava verið ovast á listanum yvir nøvn á kvinnum øll árini síðan 2001. Tíggju tey vanligastu nøvnini í 2021 vóru at kalla tey somu sum í 2001. Einasti munur er, at navnið Durita er skift út við navnið Heidi. 

Jákup og Jógvan vóru vanligastu nøvn á monnum, sum búðu í Føroyum 1. januar í ár. Nøvnini Jákup og Jógvan hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 2001.

Somuleiðis hava nøvnini Rúni, Martin og Høgni verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár. Eins og hjá kvinnum eru tíggju tey vanligastu nøvnini á monnum at kalla tey somu í 2021 sum fyri 20 árum síðani. Einasta broyting er, at navnið Jan er skift út við navnið Jónas. 

Nøvn, sum eru munandi meira vanlig nú enn fyri 20 árum síðani, eru Lea, Emma, Ronja og Olivia hjá kvinnum, og Mattias, Silas, Lukas og Boas á monnum.

Fleiri nøvn eru løgd aftur at síðan 2001, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Nóa, Bragi og Liam hjá monnum og Brá, Vón og Ria hjá kvinnum.

Dupultnøvnini eru ikki líka vanlig, sum tey hava verið. Millum 100 tey mest vanligu konufólkanøvnini í 2021 vóru einans tvey dupultnøvn, Anna Maria og Anna Sofía, og millum mannfólkanøvnini var bert eitt dupultnavn, Hans Jacob.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo