Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fróðskaparsetrið: Deildin fyri heilsu og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum kann seta enn eina heiðursløn á sína hill.

Maria Skaalum Petersen, ph.d., lektari í heilsuvísindum og granskingarleiðari, vann seinnapartin Ársins miðlaheiðursløn fyri sína góðu vísindaligu miðling.

Heiðurin varð latin í endanum á Vísindavøkuni, sum í ár varð hildin í Løkshøll í Runavík.

- Maria dugir sera væl at leggja granskingina fram á lætt skiljandi, gerandisligan og ótilgjørdan hátt. Javnan er hon frammi og málber seg soleiðis, at øll kunnu skilja, og hennara miðling er bæði umfatandi og á so mongum pallum, segði Øssur Winthereig vegna Føroysk Miðlafólk, tá hann handaði henni heiðurslønina vegna Granskingarráðið.

Hjartaliga til lukku, Maria!

Lesið meira um Mariu Skaalum Petersen á hennara granskaravanga á PURE Føroyar her.

Hesi hava higartil vunnið Ársins miðlaheiður fyri gransking:

2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen
2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen

2022 - Maria Skaalum Petersen

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo