Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Verkætlanin “Tey droyma eisini um eitt gott lív", sum Maria Syderbø Mikkelsen stendur á odda fyri, fer at hava stórt tombola í Føroya Keypsamtøku í Hoyvík leygardagin 27. oktober, og í tí sambandi verður eisini lutaseðlasøla við nógvum góðum vinningum. Ber tær ikki til at koma at stuðla, er eisini møguleiki at flyta Kenja-átakinum eina peningagávu. Kontoin er 6460-5641898.

Peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur at hjálpa fátækum ungfólkum í Kenja at fáa eina útbúgving.

25 ára gamla Maria Syderbø Mikkelsen úr Hoyvík, sum lesur til sosialráðgeva í Keypmannahavn, var í eitt hálvt ár í starvspraktikk í tveimum skúlum hjá ABC Childrens`Aid Kenya, sum íslendska Þórunn Helgadóttir og maður hennara, Samuel Lusiru Gona, hava ábyrgdina av. Skúlarnir eru í høvuðsstaðnum Nairobi og í býnum Loitoktok í Suðurkenja, har masaifólkið býr.

Tá Maria kom til Kenja, bleiv hon skelkað av stóra fátækradøminum millum stóran part av fólkinum í landinum. Saman við sosialráðgevunum á skúlanum vitjaði hon ofta heim í fátækrabýlingum í Nairobi. Hetta fekk hana at fara undir at útvega børnum í skúlunum stuðulsfamiljur í Føroyum, og tað eydnaðist henni at útvega umleið 40 børnum stuðulsfamiljur, ið nú hvønn mánað gjalda fyri skúlagongd, mat, heilivág v.m.

Maria er eisini sera upptikin av at hjálpa ungum, ið verða liðug í skúlanum. Sum oftast koma tey ikki víðari og stórur vandi er fyri, at tey enda á gøtuni. 

Í hesum sambandi skipaði Maria seinasta summar, saman við øðrum, fyri ymiskum tiltøkum, fyri at útvega pening at hjálpa skúlunum at gera nakað við hendan trupulleikan. Úrslitið varð, at omanfyri 100.000 krónur komu inn, harav 50.000 krónur sum peningagáva frá Kiwanis Tórshavn. Peningurin varð latin skúlanum í Nairobi, sum nú hevur gjørt tvær skúlastovur afturat, so ungfólk, ið eru liðug við miðnámsskúla, sleppa aftur á skúlabonk at fáa útbúgving. Talan er serliga um handaligar útbúgvingar. 

Þórunn Helgadóttir upplýsir, at í fyrsta lagi fáa eini 20 ungfólk gleði av hesum tilboði, ið føroyingar hava skapt. Men um stutta tíð verða tey væntandi eini 100 ungfólk. Talan er um ymiskar útbúgvingar og í øllum lærugreinum eru góðkendir undirvísarar.

- Hetta arbeiðið, ið skúlin nú fer undir, hevur sera stóran týdning fyri framtíðina og dreymarnar hjá teimum ungu, ið eru fødd og uppvaksin í einum fátækradømi, sum er ófatiligt fyri okkum, sigur Maria Syderbø Mikkelsen, sum í januar fer aftur til Kenja. Hon og Þórunn eru sera takksamar fyri, at føroyingar eru so gávumildir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo