Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fríggjadagin 30. desember kemur ivaleyst síðsta føroyska staklagið í ár út. Lagið "Slættaratindur" hjá Marius DC setur punktum fyri einum avgerandi ári hjá unga rapparanum úr Havn, og hvat er meira hóskandi enn at enda tað á toppinum av Føroyum - júst Slættaratindi.

Nú 19 ára gamal, telist Marius DC longu millum tey pallroyndu føroysku tónleikanøvnini. Tí kann tað onkuntíð vera lætt at gloyma unga aldurin.

Her á gáttini til 2023, kann Marius hyggja aftur á eitt ár við nógvum hæddarpunktum. Men eisini frameftir til eitt ómetaliga spennandi 2023, har 4 stakløg longu eru løgd klár til útgávu.

Árið byrjaði við útgávuni av hansara fyrstu video "Woah".

Síðan var luttøka á Sement á skránni. Har sóu vit fyrstu ferð Marius DC á palli við egnum bólki. DJ og backingtracks vóru skift út við livandi tónleikarar í kjøti og blóði, ið lyftu tónleikin og heildarupplivingina. Ensku tekstirnir vóru skiftir út við føroyska poesi, og hetta blandið saman við tí ósvikaliga flowinum og lívligu framførslunum var nokk til, at Marius DC vann Sement 2022.

Hetta hevði nógvar framførslur við sær, har eitt hæddarpunkt absolutt var Voxbotn, tá Marius DC við bólki lat festivalpallin so sannførandi upp, at danska superstjørnan Tobias Rahim bjóðaði honum at framføra við sær seinni sama kvøld. Saman fingu teir Voxbotn á kók við eini sannførandi framførslu av lagnum "Bums for eliten", ið Rahim hevði givið út dagin frammanundan.

Gestaframførslur við Æðrasoppum og Joe & The Shitboys á G!, og konsert á Summarfestivalinum vóru onnur hæddarpunkt á einum virknum summari.

Heystið lat nýggjar dyr upp, tá Marius í samstarvi við FMX spældi á New Skool Rules í Rotterdam og á Iceland Airwaves í Reykjavík. Her vakti Marius DC og bólkurin stóran ans, og fingu frálík ummæli í eitt nú Reykjavík Grapevine, ið nærum ikki fekk afturhald í rósinum av framførsluni í Iðnó í Reykjavík.

Men eisini aðrir miðlar varnaðust Marius DC, sum fekk umrøðu í miðlum sum Rolling Stones, Mow No, Brooklyn Vegan, Paste Magazine, Dork og The Line of Best Fit, fyri at nevna nakrar.

Marius DC endar 2022 við "Slættaratindi", eitt føroyskt lag um at kenna seg væl, um at vera á toppinum. Eitt lag, ið livir upp til orðini í fyrrnevnda "Woah", sum 2022 byrjaði við: "But I’m still bombastic, nothing ‘bout me understated". Her verður einki ballað inn í pátikið lítillæti.

Til ber at undangoyma sær lagið her, og somuleiðis verður tað møguligt at hoyra tað her á miðnátt 30. desember.

https://bfan.link/slaettaratindur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo