Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Hann hevur í fleiri ár verið eitt hitt best umtókta navnið í Føroyum, og hevur inniligi tónleikur hansara veruliga fingið fastatøkur.

Bólkurin hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í fleiri ár, og við løgum sum Nærveran, Góðvarin mynd og Silvurlín, kunnu vit vænta eina einastandandi løtu í hugnaliga umhvørvinum mitt í býnum.

Inniligi sangskrivarin við vøkru røddini og stillføru útstrálingini hevur ikki bert vunnið føroysk hjørtu, tí eisini uttanlands hevur hann javnan konsertir.

Tískil eru vit fegin um at kunngera, at Marius spælur Á OY Voxbotn 2023, og gleða vit okkum at njóta føroyskan tónleik í heimsklassa.

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP og Faustix koma á OY Voxbotn 2023.

Vit gleða okkum at kunngera enn fleiri nøvn í næstum, tí OY Voxbotn 2023 verður størri enn nakrantíð og í heili 2 dagar. Les meira á www.voxbotn.fo.

Forsøluprísurin til OY Voxbotn er kr. 995,- og atgongumerki fáast hjá Effo kring landið, í Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo,

OY Voxbotn 2023 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, BankNordik, Posta, Eta, Burger King, Effo, Coca Cola og Nema.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo