Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Marjun I. Stauss í starvið sum skúlastjóra í Skúlanum við Streymin frá 1. apríl 2023 at rokna.

Marjun I. Stauss er 37 ára gomul, gift og búsitandi á Eiði.

Hon tók læraraprógv í 2013 og hevur m.a. verið lærari í Skúlanum við Streymin síðan 2016, umframt at hon eisini hevur starvast í tíðaravmarkaðum starvi í øðrum skúlum.

Marjun I. Stauss hevur leiðsluroyndir frá privatu vinnuni og innan felagsskapir. Hon hevur gjørt sær hugsanir um visjón fyri skúlan, umframt stutt- og langtíðarætlan um virksemið í Skúlanum við Streymin viðvíkjandi dagliga arbeiðinum og skipanini, umframt trivnaði, felagsskapi, støðufest og virkishugi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo