Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Úrslitið eftir skatt hjá smápartafelagnum Mark var í fjør stívliga ein millión krónur áðrenn skatt og 867.000 krónur eftir skatt.

Mark hevur til endamál at "eiga fastogn, reka leigubústaðir, leiga fastogn, keyp og søla av fastogn og annað virksemi í hesum sambandi".

Tað hoyrir við til søguna, at Mark at kalla ongar lønir hevur goldið til tey, sum hava skapt inntøkurnar - einans 35 tkr vórðu rindaðar í lønum í fjør.

Fíggjarstøðan ber boð um eitt felag sum umsitur stór virði. Støðisognin, bygningarnir, høvdu við árslok í fjør eitt bókað virði uppá yvir 85 milliónir krónur.  Nógv er bygt fyri læntar pengar, so fíggjarkostnaðirnir vóru ein sløk millión krónur.

Mark hevði eina eginogn uppá nærum 40 milliónir krónur við árslok í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo