Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-138/2021 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um lýsingar fyri rúsdrekka

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Er tað loyvt at seta lýsingar í føroysku fjølmiðlarnar fyri sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka?

2. Er tað loyvt at skriva tíðindi á føroysku portalunum og bløðunum, ella at gera innsløg í útvarpi og sjónvarpi, har sagt verður frá, at eitt nýtt slag av øl ella brennivíni er komið á marknaðin, hvørjum tað smakkar av, í hvørjum sambandi tað hóskar seg best at verða drukkið, hvat tað kostar, og hvussu sterkt tað er?

3. Hvør er ítøkiligi munurin á tíðindum og lýsingum fyri somu framleiðslu?

Til nr. 1
Tað er greitt ásett í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka, at [øll] reklama í føroyskum fjølmiðlum og tíðarritum, útbýting av reklamuseðlum o.t. viðvíkjandi sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka er forboðin.

Til nr. 2-3
Tíðindi kunnu allýsast sum eini boð, ið fortelja móttakaranum nakað, sum hann ikki visti frammanundan. Eini tíðindi um nýggja rúsdrekkaframleiðslu kunnu tí hava líka stórt tíðindavirði sum sáttmálasamráðingar, fiskaprísir og seinkingar í flogferðsluni.

Er endamálið at kunna og upplýsa, so er mest sannlíkt talan um tíðindi. Er endamálið hinvegin vinnuligt, t.d. at økja søluna av ávísari vøru, so er heldur talan um eina lýsing. Markið millum tíðindi og lýsing kann kortini vera kámt, og tað kann vera trupult at skilja ímillum øðrumegin tíðindi og hinumegin lýsingar.

Sambært løgtingslóg um marknaðarføring skal tað í lýsingum gerast greitt, at talan er um eina lýsing. Í flestu førum er brúkarin ikki í iva um, at talan er um eina lýsing, men um lýsingin hevur tey eyðkenni, sum tíðindi hava, t.d. at ein grein er skrivað sum ein tíðindagrein, skal sendarin gera brúkaranum greitt, at talan er um eina lýsing. Hetta kann gerast við beinleiðis at skriva, at talan er um eina lýsing. Hesar reglur høvdu eisini verið galdandi fyri lýsingar fyri rúsdrekka, um so var, at loyvt var at lýsa við rúsdrekka.

Tað er lítil ivi um, at tað er loyvt at skriva tíðindi um nýggja vøru, eisini rúsdrekka, á marknaðinum. Líka lítil ivi er um, at eitt tilmæli til brúkaran um at keypa júst hetta slagið av rúsdrekka ikki er loyvt eftir reglunum í rúsdrekkalógini.

Spurningurin verður síðani, hvar markið gongur millum tíðindi um rúsdrekka og (ólógliga) lýsing fyri rúsdrekka.

Brot á ásetingar í rúsdrekkalógini eru politimál, og tað er tí politiið og ákæruvaldið, sum í fyrstu atløgu skulu meta um, hvørt talan er um ólógliga lýsing ella tíðindi. Í aðru atløgu ger rætturin av, um tíðindi um rúsdrekka í veruleikanum eru ein lýsing, sum er bannað eftir § 19 í rúsdrekkalógini.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 16. mars 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo