Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Markus Isaksen skoraði einsamalla málið, tá U17-dreingirnir hósdagin vunnu 1-0 á Ný Kaledónia - Mynd: Jan Djurhuus

Markus Isaksen skoraði einsamalla málið, tá U17-dreingirnir hósdagin vunnu 1-0 á Ný Kaledónia - Mynd: Jan Djurhuus

Markus Isaksen skoraði einsamalla málið, tá U17-dreingirnir hósdagin vunnu 1-0 á Ný Kaledónia - Mynd: Jan Djurhuus

FSF: – Hetta var ein góður sigur at fáa, eftir tapið í fyrsta dystinum. Vit skaptu fleiri stórar málkjansir, men høvdu ilt við at skora, umframt at tvey mál vórðu kolldømd. Tí kendist tað sum ein lætti, at vit fingu sigursmálið seint í dystinum. Men tað var fult uppiborið, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum.

Eftir at hava tapt heldur stórt í fyrsta dystinum í UEFA menningarkappingini í Estlandi, stóðu føroysku dreingirnir eftir sum sigursharrar, tá annað umfar var á skránni, og mótstøðuliðið var Ný Kaledónia.

Úrslitið gjørdist 1-0 til Føroyar, og avgerandi málið skoraði Markus Isaksen tá góðir níggju minuttir vóru eftir at spæla. Dómarin dømdi brotsspark, Markus var settur at skjóta, og hann sveik ikki álitið.

– Hendan kappingin leggur upp til, at allir í hópinum spæla minst ein dyst, og loyvt er at gera 9 skiftingar í hvørjum dysti. Tað hevur við sær, at liðini skifta nokk so fitt út í dystinum og millum dystir. Vit kunnu siga, at spælarar og menning eru í fokus, heldur enn úrslit, sigur Eyðun Klakstein.

Triðji og seinasti dystur í kappingini verður sunnudagin, og tá er mótstøðuliðið Kasakstan. Vónandi eru fleiri morgunmenn á liðnum, tí dysturin er nevniliga settur at byrja longu klokkan 8 sunnumorgunin føroyska tíð, sum er klokkan 10 lokala tíð.

Í fyrsta umfari vann Kasakstan 6-0 á Ný Kaledónia, og hósdagin spældu kasakar javnleik 2-2 móti Estlandi.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo