Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Greining: Tað kom dátt við hjá mongum demokrati, tá 54 ára gamli republikanski vinnulívsmaðurin Glenn Youngkin (myndin) vann guvernørsessin í Viginia. Sigurin var greiður, longu áðrenn 90% av atkvøðunum vóru taldar.

Hetta hevur fingið nógvar eygleiðarar og viðmerkjarar í Washington til at siga, at Demokratiski flokkurin og amerikanski forsetin, Joe Biden eru ávegis inn í onki minni enn eitt politiskt ódnarveður uppundir miðskeiðisvalið til Kongrressina næsta ár.

Og harvið standa demokratarnir eisini til at fáa ein ordans lúsing, sum kann fáa avgerandi ávirkan á møguleikan at afturvinna forsetasessin í 2024, eru fleiri á einum máli um.

Landspolitikkur
Guvernørvalið í Virginia var merkt av stórpolitikki, eitt nú hvussu skúlarnir skulu undirvísa komandi ættarliðunum, og eisini um uppáhaldini hjá fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, um, at forsetavalið í fjør var "manipulerað".

Og tað hjálpti líka litið, at demokratarnir royndu at seta valevnið hjá republikanarunum í samband við Donald Trump, fyri á tann hátt at koppa teimum sum ivaðust demokratiska vegin.

Í veruleikanum er valið í Virginia tekin um góða takið, sum republikanararnir hava á veljaranum. Til dømis vann Glenn Youngkin fleiri valdømi, sum Donald Trump tapti fyri bert einum ári síðani. Og tað í einum stati, sum vanliga fyri nógv tað mesta er demokratiskur. Og har demokratarnir á forsetavalinum vunnu við einum meiriluta uppá 10 prosentstig.

Ein strævin vetur fyri framman hjá Biden
Vánaliga úrslitið í Virginia kemur eftir eitt heyst, sum hevur verið nógv merkt av keðiligum málum hjá forsetanum. Ikki minst ruðulleikakenda afturtøkan av herfólki og øðrum úr Afghanistan, hevur kastað skuggar á demokratarnar.

Ein meiningarkanning sum NBC sjónvarpsstøðin kunngjørdi í oktober vísti, at bert 45% av veljarunum hildu, at Joe Biden gjørdi eitt gott arbeiði sum forseti. 52% hildu, at hann ikki umsæt sítt embæti nóg væl.

Kensluborin røða
- Eg veit, nógv eru móð og troytt at politikki nú. Men vit hava ikki stundir til at vera móð og troytt. Vit mugu halda á. Soleiðis segði fyrrverandi forsetin, Barrack Obama á einum valfundi í Virginia fyri eini góðari viku síðani. Tað var ein kensluborin røða. Hann legði eina við, at valið í Virginia snýr seg ikki bert um framtíðina hjá Virginia, men hjá øllum USA.

Men líka lítið hjálpti. Demokratiska valevni, Terry McAuliffe, tapti og republikanska valevni, Glenn Youngkin (myndin), vann.

Tað er annars ikki bert í Virginia at republikanarar hava skakað ein siðbundnan, demokratiskan stat. Tað sama er kanska um at henda í New Jersey, har endaliga úrslitið ikki er greitt, men har tað hóast alt er greitt, at tað verður sera tætt ímillum valevnini. Bara tað ger, at demokratarnir ikki eiga at sova ov væl um náttina.

- Teir seta knyklar í brýr, á gøtuni í New York og Washington og heilt víst eisini í Hvítu Húsunum, sum Matias Seidelin, korrespondentur hjá Jyllandspostinum skrivar.

Kelda: Jyllandsposturin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo