

United-venjarin José Mourinho hevur ikki havt serliga stórt álit á Anthony Martial, men móti Watford fekk fraklendingurin møguleikan at løna líkt við líkum.
Manchester United hevði stórliga brúk fyri øllum trimum stigunum á Old Trafford, og vann dystin 2-0. Og ein av bestu leikarunum á vøllinum var Anthony Martial, sum skoraði seinna málið. Fyrra málið skoraði Mata.
Dystirnir higartil í dag: Arsenal – Hull 2-0, Manchester U. – Watford 2-0, Middlesbrough – Everton 0-0, Stoke – Crystal Palace 1-0, Sunderland – Southampton 0-4, West Ham – West Bromwich 2-2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo