Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskaaling: Magnus S. Berg hevur vart sína masterritgerð, sum eitur "Comparing density of lumpfish (Cyclopterus lumpus) used in aquaculture to different welfare indicators." Í verkætlanini hevur hann mátað densitetin hjá rognkelsum, ið vera nýtt sum reinsifiskar, og kannað hvussu densiteturin verur ávirkarður av ymiskum vælferðarindikatorum.

Niðurstøðan er, at densiteturin er tann sami sum á villum rognkelsum, og at ymiskir vælferðarindikatorar ávirka densitetin á fiskinum. Harumframt er niðurstøðan eisini tann, at ymiskir indikatorar, so sum vaksandi longd og mongd av føði í maganum, hava jaliga ávirkan á uppdrift, meðan ein høg livurvekt í mun til kroppsvekt hevur neiliga ávirkan á uppdrift.

Magnus S. Berg vísir á, at økt vitan um, hvussu ymiskir indikatorar ávirka densitet, kann hjálpa alivinnuni við at betra um vælferðina hjá rognkelsum.

Magnus S. Berg hevur lisið á Universitetinum í Bergen (UiB), meðan verkætlanin varð gjørd í samstarvi við P/F Fiskaaling. Vegleiðarar frá universitetinum í Bergen vóru Albert Imsland og Gyri Haugland, meðan uttanhýsis vegleiðari var Kirstin Eliasen, deildarleiðari á fiskaheilsudeildini hjá Fiskaaling.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo