Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í gjárkvøldið hevði Vága tónleikarafelag aðalfund. Fundurin varð hildin á Loftagrund í Sandavági, har hølið hjá Vága tónleikarafelag er.

Í 2013 varð kallað inn til stovnandi aðalfund í Loftagrund, eftir at Vága Kommuna hevði givið tónleikarum tilsøgn um at brúka hølini til tónleikafremjandi virksemi og varð Vága tónleikafelag stovnað.

Endamál felagsins er at menna tónleikaliga umhvørvið í Vágum, við at økja um áhugan fyri at byrja at spæla, og at tey ið fáast við tónleik verða eggjað til at halda áfram og at mennast til gleði fyri øll ið virðismeta tónleik. Eins og at tónleikarar og áhoyrarar fáa høvi at hittast og samvirka við at stuðla, eggja og hjálpa hvørjum øðrum.

Virksemið í felagnum er vaksið á hvørjum áriðog síðsta árið hevur verið nógvur aktivitetur við bæði smærri og størri konsertum.

Á aðalfundinum í gjárkvøldið stóðu tveir nevndarlimir fyri vali. Tað vóru formaðurin og næstformaðurin, Jeffri Jørgensen, sum hevur verið formaður seinasta árið, takkaði fyri seg og stillaði ikki upp aftur og Jens Rasmussen ynskti at trekkja seg aftur úr aðalnevndini til at verða tiltakslimur.

Fyri teir vóru Sára Allansdóttir Joensen og Óli Steinberg Poulsen vald í aðalnevndina. Nevndin er mannað við Jákup Gardar Joensen, Matthias Kjølbro, Sáru Allansdóttir Joensen og Óli Steinberg Poulsen. Tiltaks limir eru Jens Rasmussen og Bjartur Thomsen.

Nevndin skipaði seg síðani soleiðis, at Matthias Kjølbro gjørdis formaður, Óli Steinberg Poulsen næstformaður, Sára Allansdóttir Joensen skrivari og Jákup Gardar Joensen sum kassameistari. Seint í 2015 var avtalað gjørd við VisitVágar um samstarv við at skipa fyri tónleika tiltøkum.

Á aðalfundinum varð umboð fyri VisitVágar valt í nevndina, og verður við í arbeiðnum hjá nevndini sum hevur við samstarvið millum Vága tónleikarafelag og VisitVágar at gera.

VisitVágar tekur sær av tí meira administrerandi partinum, so sum at marknaðarføra, skapa umrøðu og samskipa, meðan Vága tónleikarafelag tekur sær av tí praktiska við uppsetan av tí tekniska, ljóð útgerð o.a. Hetta samstarv byrjaði av álvara í ár við saman at skipa fyri størri konsertum í Listastovuni í Miðvági.

Higartil hava tvær sera væleydnaðar konsertir verið, tann fyrsta við navnframu Lenu Anderssen og tann seinna við spírandi ungu kvinnuni Leu Kampmann. Nýggja nevndi fór til verka beint eftir aðalfundin við at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til stóru konsertina við Anniku Hoydal sum verður í Listastovuni í Miðvági hóskvøldið 19. mai kl. 21. Hetta er einasta konsertin við Anniku í Føroyum á hesum sinni.

Fríggjadagin fer Annika við sínum bólki til Íslands á konsertferð. Annika verður fyrst aftur at hoyra í Føroyum til G!festivalin. Á skránni hóskvøldið verða umframt nýggj løg av nýggju útgávu hennara, Endurljós, eisini eldri klassikarar. M.a Aldan, ið tað neyvan finst nakar føroyingur, sum ikki kennir. Tekstin til Alduna skrivaði Gunnar Hoydal, lagið eigur Annika sjálv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo