Spard króna er vunnin króna
- Gírigur McKvagg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja 'matur og drykkjuvørur' mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi.

Matvøruprísirnir hækka framvegis, tó minni enn teir hava gjørt seinastu tvey árini. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir stívliga trý prosent í mai 2024 samanborið við sama mánað árið fyri.

Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga eru fiskur, kjøt og frukt, ið eru vorðin dýrari.

Prísvøksturin á kjøti er góð seks prosent. Av kjøtvørum er tað serliga prísurin á svínakjøti og lambskjøti, sum er hækkaður. 

Prísirnir á epli og vørum virkaðar úr eplum eru somuleiðis hækkaðir. Prísurin á sjokulátu og góðgæti er hækkaður enn meira — vøksturin er næstan sjey prosent.

Prísvøksturin á øðrum søtum vørum, sum kakao, djús og sodavatn hevur eisini verið stórur seinasta árið.  

Tað eru ikki allar mat- og drykkjuvørur, ið hava havt prísvøkstur seinasta árið. Neytakjøt, matarolja og kaffi eru bíligari nú enn í mai í 2023. Prísvøksturin á mjólk, osti og egg er minni enn eitt prosent. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo