Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Einasta majaríið í Føroyum, MBM, hevði eitt gott ár í fjør. Roknskapurin vísir, at yvirskotið vaks úr 1,1 mió kr eftir skatt í 2021 til 2,4 mió kr eftir skatt í fjør.

Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan, at hetta er hon nøgd við, tó at tað ikki bara gekst eftir ætlan.

-  Vit ætlaðu eisini í 2022 at fáa nýggjan ost á marknaðin, men framleiðslan av osti hevur víst seg at vera sera trupul, og hava vit verið noydd at burturbeina stórar nøgdir av osti, orsakað av at hølini hjá okkum ikki eru egnað til hetta slag av ostaframleiðslu sum er. Neyðugt er við einum ostarúmi burturav — einum rúmi, sum er avbyrgt frá restini av virkinum, verður sagt.

Samlaða sølan vaks til 187 mió kr, sum er 5% meira enn í fjør. Í litrum er sølan tó minkað úr 5,03 mió litrar í 2021 til 4,79 mió litrar í fjør. Tað er ein minking uppá 3%.

- Vit arbeiða alla tíðina við at menna nýggjar vørur, soleiðis at vit kunnu endurnýggja okkum og halda ein nøktandi umsetning. Í løtuni kanna vit møguleikarnar við einum filtreningsanleggi, sum kann gera tað møguligt hjá okkum at framleiða Skyr. Vit framleiða nú laktosufría mjólk og laktosufrítt kakao. Hesar vørur eru komnar á marknaðin, og arbeiða vit við at fáa hesar — og aðrar vørur — inn á grønlendska marknaðin eisini. Vit hava fingið nýggj sambond í Grønlandi og arbeiða miðvíst fyri at fáa okkara vørur í handlarnar haryviri, verður sagt í frágreiðingini.

Tilsamans vóru 57 ársverk hjá MBM í fjør. Upplýst verður eisini, at kvinnur sita í 27 prosentum av leiðslustørvunum, og at starvsfólkini í miðal høvdu 7,6 sjúkradagar.

Um framtíðarútlitini verður sagt, at talið á mjólkaframleiðarum lækkar alsamt.

- Við ársbyrjan 2022 vóru 16 mjólkaframleiðarar í Føroyum, meðan talið við árslok var 15. Á Sandoynni eru 4, Streymoynni eru 6, Eysturoy 4 og í Norðoyggjum 1. Vit koma helst at síggja, at talið minkar enn meiri komandi tíðirnar og størri fjós fara at framleiða mjólkina.

Fíggjarstøðan hjá MBM javnvigaði við 113 mió kr.

Hákun Steingrímsson er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo