Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Rætting frá Glasi: Í Degi og Viku hin 13. mars bórust tíðindi, at útbúgvingin Marknaðarførslubúskapur (MBÚ) ikki gevur nakað heiti, og ikki gevur møguleika til víðari lestur.

Hettar eru ósonn tíðindi.

Føroyska MBÚ útbúgvingin tekur 2 ár fulla tíð á hægri stigi og gevur altjóða heitið AP Degree in Marketing Management (Markedsføringsøkonom). Hettar er staðfest í kunngerð og námsskipan, sum Glasir undirvísir eftir, eins og øll yrkisakademiini í Danmark gera tað.

Glasir samstarvar við útlendskar lærustovnar um útbúgvingina, og kann skjalfesta, at útbúgvingin í Føroyum gevur somu møguleikar fyri víðari lestri, sum í Danmark. Hettar er galdandi fyri allar hægri útbúgvingar á Glasi.

Við MBÚ prógvi, hevur tú møguleika at halda fram á Glasi á útbúgvingini Innovatión og íverksetan og fáa heitið Professións Bachelor. Eisini kanst tú lesa HD og DLÚ (hesar krevja tó ávísar starvsroyndir afturat). Í Danmark eru fleiri aðrir møguleikar at halda fram í 1½ og fáa heitið Professións Bachelor, til dømis innan Altjóða Handil og Marknaðarførslu. MBÚ gevur somuleiðis 1½ ára avriksflutning á HA hjá Århus Universiteti, sum er ein akademisk bachelorútbúgving. Glasir ynskir somuleiðis at finna loysnir saman við Fróðskaparsetrinum í sambandi við búskaparútbúgvingina har.

Einastu sonnu tíðindini í innslagnum í Degi og Viku vóru, at útbúgvingin Altjóða Handil og Marknaðarførsla ikki verður boðin út í Føroyum í løtuni, men at Glasir fegin ger tað, um politiskur vilji er til tess.

Í summar fer Glasir at bjóða út Marknaðarførslubúskap, Framleiðslutøkni og Byggifrøði, umframt Innovatión og íverksetan. Altjóða Handil og Marknaðarførsla, sum lesandi hava umbiðið, verður einans boðin út um og tá politiski myndugleikin veitir loyvi og játtan til tess. Hesum bíða Glasir og vinnan og ikki minst, tey lesandi eftir í løtuni.

Innslagið í Degi og viku sæst her:
https://kvf.fo/dv?sid=154018

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo