Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vit, ið umboða áhugamálini hjá føroyskum børnum og ungum, ið bera brek, vilja hervið gera vart við, at tað eru viðurskifti og umstøður í Føroyum, ið beinleiðis og áhaldandi føra við sær, at rættindi hjá fleiri børnum og ungum, ið bera brek, ikki verða vird.

Sambært altjóða Brekrættindasáttmálanum eiga umstøður og karmar at verða tillagað, soleiðis at øll okkara børn og ungu, ið bera brek, fáa somu virðing, sum onnur børn.

Hóast hetta, so eru vit vitni til, at mismunur verður framdur í verki. Vit síggja, at føroyskar lógir og kunngerðir ikki hava neyðugar og ítøkiligar orðingar, ið kunnu tryggja rættindini hjá okkara børnum.

Harumframt síggja vit manglandi samstarv ímillum myndugleikar og viðkomandi partar, at tænastur eru misjavnar alt eftir, hvar í landinum ein býr, og at mismunur verður gjørdur á børnum og ungum, ið hava sama tørv á hjálp.

Avleiðingarnar fyri hesi børn og ungu, og familjur teirra, eru í mongum førum álvarsamar.

Vit vilja tí staðiliga heita á viðkomandi myndugleikar og partar til skjótast gjørligt at fáa burtur allan mismun vegna brek. Lógarverkið má styrkjast, og tænastur sameinast, soleiðis at øll børn og ung, ið bera brek, fáa møguleika at mennast, luttaka og trívast, eins og onnur børn.

Tað ber ikki til at gera góðar loysnir uttan veruliga at hoyra og skilja støðurnar hjá okkara børnum og ungu, umframt at vit eisini síggja somu avbjóðingar bæði millum vaksin og eldri.

Tí bjóða vit okkum fram sum ráðgevar og viðleikarar hjá myndugleikum og pørtum, ið arbeiða við at finna loysnir.

MEGD og limafeløgini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo