Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í einum nýggjum dokumentarfilmi tosa Meghan og Harry prinsur erliga um sínar trupulleikar. Og nú verður gitt:

Er parið á veg at siga bye bye við bretska kongshúsið fyri eitt lív í friði?

Dokumentarfilmurin hevur fingið nógva umtalu, síðani hann kom herfyri, og verður hildin at vera líka so eksplosivur fyri bretska kongshúsið sum kenda samrøðan við Dianu prinsessu frá 1995.

Har Diana erliga greiður frá um sínar depressjónir, bulimi og ótrúskapin hjá Charles við Camillu Parker-Bowles. (Tey flestu minnast helst setningin: »There were three of us in this marriage, so it was a bit crowded«).

Maðurin, sum hevur tikið upp filmin er persónligi vinurin hjá báðum, Tom Bradby, sum eisini var boðin í brúdleyp hjá teimum, og sum saman við einum kameraliðið hevur fylgt parinum á ferðini í Suðurafrika.

Meðan hann filmar setur hann teimum fleiri persónligar spurningar, sum tey kongaligu vanliga sleppa sær undan at svara, men sum Meghan og Harry so beinasom svara.

»Meghan og Harry – okkara ferð til Afrika« verður at síggja á danska TV 2 sunnudagin klokkan 14.35 føroyska tíð. 

Her ber til at lesa meira um dokumentarin - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo