Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í dag kemur onnur bók í røðini ”ESSAY” eftir heimspekingin Michel de Montaigne út á føroyskum. Forlagið HEMLIÐ gevur bókina út.

Michel de Montaigne var millum teir størstu heimspekingarnar í 16. øld. Og nú er kendasta verk hansara flutt yvir í føroyskt mál. Talan er um aðru bók av trimum í røðini ESSAY.

Michel de Montaigne (1533-1592) var úr góðum bergi brotin. Eftir útbúgvingina í lóg skapti hann sær eitt navn í løgfrøðiligari og politiskari yrkisleið og sat í høgum embætismannastørvum. Seinni loysti hann seg úr hesum størvum og tók seg aftur til borg sína uttan fyri Bordeaux og fór at skriva sínar persónligu hugleiðingar, sum hann kallaði essay. Við hesum skapti Montaigne eitt nýtt tekstslag.

Ein søgumaður hevur lýst árið 1580 sum ódnareygað. Eitt andarhald við stokkutari logn, tá ið tey ógvisligu trúarkríggini í Fraklandi eru í ferð við at skifta úr einum skeiði í eitt annað. Júst hetta árið gevur Montaigne út fyrsta upplagið av sínum Essayum. Tey gjørdust 107 í tali, og hann helt á at evna tey til og fullfíggja tey fram til sín deyða. 

Enn eftir 400 árum er ríka verkið hjá Montaigne tíðarbærur og umráðandi lesnaður.

Hetta er tjúgunda útgávan hjá forlagnum HEMLIÐ, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi.

Bókin er 611 bls.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo