Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

SEV: Vit brúktu met nógvan streym í fjør, men yvir helmingurin av honum var úr varandi orkukeldum. Ongantíð fyrr er so nógv burðardygg elorka framleidd í Føroyum, og í Suðuroy var orkuframleiðslan 100% burðardygg í tilsamans smá 56 samdøgur.

Samlaða elframleiðslan í 2022 øktist 2,3% í mun til árið fyri, t.e. úr knøppum 424 GWt upp í smáar 434 GWt. Góðir 226 GWt vóru framleiddir úr varandi orkukeldum, sum svarar til góð 52%. Hetta er mesta árliga elframleiðsla nakrantíð, og samstundis mesta úrtøka av varandi orku nakrantíð.

Varandi orkan í 2022 var býtt soleiðis: 130,9 GWt (30,2%) úr vatni, 90 GWt (20,7%) úr vindi, 5,4 GWt (1,3%) úr biogassi, og 0,171 GWt úr sólorku. SEV og dótturfeløgini stóðu fyri 90,8% av samlaðu framleiðsluni, meðan Vindrøkt/Røkt stóðu fyri 7,9%, og biogassverkið Førka framleiddi 1,3% av samlaðu elorkuni. Í tilsamans 50 samdøgur var orkuframleiðslan í meginøkinum yvir 80% grøn, meðan tølini í Suðuroy eru enn hægri.

Vatnorkan ger munin
Framleiðslan úr vatni royndist sera væl í 2022, sum bleiv besta árið síðan metárið 2015, tá framleiddir vóru 133 GWt úr vatni. Felags fyri 2015 og 2022 er, at tað regnaði óvanliga nógv. Avfallsmátarin á Fitjunum í Vestmanna máldi 2573 mm fyri árið 2022. Til samanberingar kom avfallið upp á góðar 1904 mm í 2021. Í 2015 regnaði enn meira, og samlaða avfallið var góðar 2680 mm.

Sermerkt fyri 2022 var, at nógva regnið fall í juli og august; Framleiðslan úr vatni gjørdist hesar báðar mánaðinar umleið tríggjar ferðir størri enn miðalframleiðslan fyri hesar mánaðirnar.

Verkini í Vestmanna, Fossá- Mýru- og Heygaverkið settu í 2022 met við tilsamans 57,4 MWt. Eiðisverkið er tó væl størsta einstaka vatnorkuverkið, og framleiddi í 2022 64 GWt, ella góð 16% av samlaðu framleiðsluni í meginøkinum.

Vindorkan royndist betur
2022 var sermerkt við vindorku við tað, at bæði Vindrøkt og Magn settu stórar vindmyllulundir upp og byrjaðu framleiðslu ávikavist á Gellingarkletti og í Flatnahaga oman fyri Havnina. Framleiðlsan hjá Magn var tó bert royndarframleiðsla, sum ikki sæst aftur í samlaðu framleiðsluni. Myllurnar hjá Vindrøkt fóru undir framleiðslu í juli, og náddu í 2022 eina framleiðslu á 28,1 GWt, svarandi til 7% av samlaðu framleiðsluni í meginøkinum.

Tað hilnaðist eisini betur hjá vindfeløgum hjá SEV í 2022 í mun til árið frammanudan. Í Húsahaga vóru framleiddir 31,8 GWt og í Neshaga var úrslitið 11,3 GWt; í báðum førum er talan um betri úrslit enn í 2021.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo