Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Úrslitið á føroyska handilsjavnanum við vørum minkaði 1,1 mia. kr. í 2020, og minkingin stavar frá minni útflutningi, tí innflutningurin stóð næstan í stað, vísa tølini frá Hagstovuni.

Í 2020 var virðið á samlaða føroyska vøruinnflutninginum 8,1 mia. kr. Tað er á leið sama virði sum í 2019, men 5% størri enn í 2018. Frá 2010 til 2019 var árligi miðalvøksturin í føroyska vøruinn­flutningi­num góð 7%, men í 2020 steðgaði vøksturin í innflutninginum.

Hóast samlaða virðið á føroyska vøruinnflutninginum stóð í stað í 2020, so er stórur munur á innflut­ningi­num í ymsu vørubólkunum.

Innflutningurin til beinleiðis nýtslu metstórur í 2020
Innflutningurin til beinleiðis nýtslu var 11% størri í 2020 enn í 2019. Hetta er munandi størri vøkstur enn árligi miðalvøksturin árini frammanundan. Frá 2010 til 2019 var árligi miðalvøksturin í innflut­ningi­num til beinleiðis nýtslu á góð 4%. Tað var serliga innflutningurin av drúgvum og hálvdrúgvum nýtsluvørum, so sum innbúgvi og hvítvørum, sum vaks nógv í fjør, upplýsir Hagstovan.

Innflutningurin til byggivinnuna nógv minkaður
Tað var eisini meira innflutt av rávøru til fiskavirking, umframt til aðra framleiðslu og til byggivinnuna. Vøksturin í innflutninginum til byggivinnuna á 3% frá 2019 til 2020, var tó munandi minni enn vøksturin í árunum frá 2010 til 2019, tá árligi miðalvøksturin lág um 11%.

Meira brennievni fyri minni prís
Innflutningurin av brennievni minkaði meira enn 300 mió. kr. ella 25% í 2020 samanborin við 2019, men innflutta nøgdin var tó 10% hægri í 2020. Innflutningsvirðið á brennievni kann sveiggja nógv frá ári til ár, alt eftir oljuprísunum á heimsmarknaðinum.

Góða milliard minni fyri somu nøgd í útflutningi
Útflutningsvirðið á fiskavørum minkaði 1,2 mia. kr. í 2020, men útflutningsnøgdin var næstan tann sama sum árið frammanundan. Samlaða útflutningsnøgdin av fiskavørum var 1% minni í 2020 enn í 2019.  

Minni útflutningsvirði í nærum øllum vørubólkum
Útflutningsvirði minkaði í flest øllum vørubólkum. Útflutningsvirði á laksi minkaði góðar 700 mió. kr. í 2020 og var á leið tað sama í 2020 sum í 2018. Útflutningsvirðið á toski, hýsu og upsa minkaði 360 mió. kr. í 2020. Útflutningsvirðið á botnfiski var eisini minni í 2020 enn tað var í 2018.

Meira makrelur - minni sild og svartkjaftur
Útflutningsvirðið á uppsjóvarfiski minkaði 8% í 2020. Her minkaði útflutningsvirðið á sild og svartkjafti við ávikavist 16 og 14%, men útflutningurin av makreli var hægri, bæði í nøgd og virði. Útflutningsvirðið á makreli var 2% hægri í 2020 enn í 2019, og í nøgd var vøksturin 12%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo