Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á fólkatingi: Tá danskir filmsframleiðarar søkja stuðul til verkætlanir, sum heilt ella lutvíst fara fram í Føroyum ella á føroyskum, verða umsóknirnar avvístar. “Føroyar” eru í hesum høpi eitt útland, og “føroyskt” er eitt fremmandamál. Sjúrður Skaale hevur tryggjað meiriluta fyri at broyta hetta, tá nýggj filmsavtala skal gerast seinni í ár.

- Í Føroyum nýta vit nógvar pengar og orku til at læra skúlabørn danskt. Tað er okkum álagt í Heimastýrislógini, at so skal vera. Danskt verður ikki fatað sum eitt fremmandamál, men eitt “kent” mál. Eg krevji sjálvandi ikki, at danskir næmingar skulu læra føroyskt. Men tað er ikki rætt, at danir seta Føroyar og føroyskt í sama bás sum Portugal og portugisiskt. Føroyar og føroyskt eru ein partur av danska ríkinum. Tí er eisini natúrligt, at Føroyar og føroyskt verða klassað sum ein serstakur partur av mentanararvinum í ríkisfelagsskapinum.

Fólkatingsmaðurin hevur tí tryggjað sær breiða undirtøku á fólkatingi fyri at broyta donsku filmsavtaluna, sum skal endurskoðast seinni í ár.

Ítøkiliga snýr broytingin seg um, at danskir framleiðarar skulu kunna søkja stuðul til verkætlanir við føroyskum íkasti á jøvnum føti við aðrar danskar filmsverkætlanir. Sum nú er verða slíkar umsóknir stundum avvístar, tí tær verða fataðar sum útlendskar.

Hugsanin er ikki, at filmar við føroyskum íkasti skulu hava sersømdir. Hetta merkir bara, at eru handritini nóg góð, kann stuðul ikki noktast við bara at vísa til, at “útlandið Føroyar” og “fremmandamálið føroyusk” verður nýtt.

Hetta kann hava við sær, at filmsvinnan kann gerast meira fjølbroytt, at Føroyar og føroyskt gerast ein størri pallur, og at tann skjótt vaksandi føroyska filmsvinnan kann fáa nýggjar menningarmøguleikar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo