At lasta av øvund er at rósa óbeinleiðis
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Elsa Berg leggur eftir meirilutanum í býráðnum um byggiverkætlanina fram við Villingardalsvegnum.

Hetta er eitt stórt øki, sum ætlandi skal rúma umleið 275 búeindir, har man m.a ætlar at byggja lutaíbúðir.

Hetta vísir seg bara ikki so lætt, sum Elsa letst halda.

Sannroynd er, at tað hevur víst seg ógvuliga trupult at fáa íleggjarar til bygging av lutaíbúðum í gongd. 

Støðan ger, at man vil kanna aðrir loysnir.

Og tað er tað, ið býarskipanarnevndin og eftirfylgjandi fíggjarnevndin hava viðgjørt og samtykt – við fullum stuðli frá Tjóðveldi.

So Elsa, ístaðin fyri at gita ella illgita, sum vanligt, so kemur komandi býráð at taka støðu til hetta mál, tí málið er ikki greitt at taka støðu nú.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo