Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Meksiko herðir nú bannið móti royking, so at tað í veruleikanum nú einans er loyvt at roykja heima hjá sær sjálvum ella í privatum høpi í latínamerikanska landinum.

Hetta skrivar BBC

Síðan 2008 hevur tað ikki verið loyvt at roykja í skeinkistøðum ella matstovum í Meksiko, men nú verður hetta bannað víðkað til eisini at umfevna øll almenn støð í landinum, herundir eitt nú parkir og strendur.

Tað verður heldur ikki loyvt at lýsa fyri sigarettum á nakran hátt, og sýtt verður harumframt fyri, at sigarettpakkar standa frammi í handlunum. 

Mett verður, at meksikanski forboðspolitikkurin móti royking telist millum heimsins strangastu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo