Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Javnstøðuspurningurin er ein spurningur um menn, inklusión av kvinnum og útsýni.

Eg havi nakrar ferðir áður nomið við henda spurning, tí hann er so nógv meira samansettur enn tað vit fáa borðreitt við úr spurnarkanningum, har javnstøða mangan snýr seg um pengar ella býti av tíð, við atliti til  arbeiði, húski og familju.

Hyggja vit rundan um okkum, so er samfelagið skipað av monnum. Tað finnast kvinnur í hægru luftløgunum og eru tær farnar upp í koyrandi vognin í tí útgávu, við tí ferð og eftir tí kós, menn hava stungið út í kortið.

At okkara hægra útbúgvingarskipan tekur støði í hesum, av monnum skipað, bæði fyrisitingarliga, rakstrarliga, fíggjarliga og hugsjónarliga veingi, setir eisini ungu kvinnuna á stand by, fyri síðani seinni møguliga at vakna, kenna seg fremmanda og at vera fyri órætti í tí skipan, hon er blivin  ein partur av.

Livst so spyrts

--

Leita vit á netinum um samstarv og samskifti, eitt nú millum menn og kvinnur, so eru eitt ótal av greinum, sum lýsa munin, geva góð ráð og í grundini góðtaka, at vit eru ymisk.

Um menn og kvinnur møguliga, hvør í sínum lagi, ikki ynskja allan pakkan, so hava vit bygt upp tað samfelag, tey húski, teir familjuformar og tey heim, sum vit kenna tey í dag.

Tað er ikki uttan svørðslag, stríð, terapi, kærleika, samskifti og gott tol, at hesi viðurskifti hanga saman og enn verða hildin góð hjá okkum og fyri okkara børn at vaksa upp í.

Soleiðis eigur at vera.

Men tá arbeiðslívið verður ein pallur fyri menn burturav, ja, eisini umsorganar- og fakfelagsøkini verða so við og við leiðsluliga yvirtikin av monnum, so detta vit niður ímillum.

Og so kunnu vit hugsa allar góðar tankar um demokratia, javnstøðuráð, kvinnufyriskipanir og hvat vit nú velja at kalla hesar bólkar. Hetta eru og verða góðir tankar.

Ikki fyrr enn menn (kvinnur) síggja, at teir hava tørv á kvinnum og kvinnuligum íblástri, sum er øðrvísi, ja, tørv á øllum kvinnum, sum hava tikið avbjóðingar og sum við lívsroyndum hava aðrar brillur, breiðari útsýni, savningarevni, samskiftishuglag og annað, sum mangan er fyritreyt fyri betri úrsliti.

Tástani broytist nakað.

At vit, sum kvinnur, vilja blanda okkum  í raksturin av samfelagnum, er ikki tað sama sum at vit yvirtaka tað sum instinktivt er lagt í menn, - at taka sær av sær og sínum.
Øll framgongd, samfelagsmenning og stórídnaður, liggur burturav hjá monnum – hóast tað eisini stendur kvinnum í boði at gera boripallar, byggja skip, flogfør og aliringar ella hvat tað nú skal vera, so eru vit ikki har.

Eg meini, nógv er eftir hjá monnum at taka sær av.

Tó,  vitanar- og í størri mun kt-samfelagið og kt-menning hálar menn bátslongdir fram um kvinnur, sum aftur verða eftirbátar og freistaðar til at sleppa árunum, tí (ånds)frástøðan bleiv ov drúgv.

Men í tann mun øll framgongd, ágóði, peningur og samfelagsvirði skulu gagna øllum, mugu kvinnurnar, sum bakland og óútrokniligt virði, eisini brúka sína vitan og orku.

Í nærumhvørvi, á arbeiðsplássi, í almennum fyrisitingum,  í umsorganarstørvum,  í vinnu, í kreativum vinnum og sum supplerandi í tí menning, sum skal verða burðardygg – okkum øllum til signingar.

Aftanfyri ein sterkan mann stendur ein sterk kvinna. Tíðin er komin til, at vit vilja longur og at okkara styrki verður viðurkend, væl lønt og lívgevandi fyri kvinnuna, eins og restina av samfelagnum.

Tað verða ikki spurningar um pensjónspengar ella styttri barnsburðarfarloyvi, sum lata upp fyri okkara virði og leikluti í samfelagnum, sum tað ljóðar frá spurnarkanningini.

Arbeiðslívið skal lata upp, stuðla og geva møguleikar – menn hava lyklarnar.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo