Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkinum á fólkatingi: Í 2020 gjørdi Javnaðarflokkurin á fólkatingi eina lýsing av vantandi javnstøðuni í Føroyum. Partur av tí arbeiðinum snúði seg um kynsbýtið í almennum nevndum og ráðum.

Yvirskipaða kynsbýtið vísti, at menn sótu í 63% av nevndarsessunum, meðan kvinnur sótu í 37% av sessunum.

Sambært javnstøðulógini skal kynsbýtið í almennum nevndum vera umleið javnt, og í undantøkum verður miðja ímóti, at annað kynið ikki umboðar meira enn 60% av sessunum.

Yvirskipaða kynsbýtið er sostatt rættiliga tætt uppat tí, sum javnstøðulógin áleggur.

Hyggja vit tó eftir kynsbýtinum í teimum nevndum og sessum, sum geva mest í persónligari samsýning, so er myndin øðrvísi:

Av teimum 11 sessunum, sum geva størsta samsýning, sita menn í níggju, meðan kvinnur bert sita í tveimum sessum.

Tað sæst altso ein greiður samanhangur millum lønsemi og kyn í nevndar- og ráðsessum. Kvinnur sita meira sannlíkt í minni lønsomum nevndum, meðan menn meira sannlíkt sita sum formenn, tá ið samsýningin er høg.

Greiningin vísir eisini sum heild, at javnstøðan yvirhøvur er góð, har sum lønsemið er lágt, men at menn eru sterkt yvirumboðaðir í hægst avløntu nevndarsessunum.

Greiningin kann lesast: trýst her

Parturin um almennar nevndir og ráð er á síðu 56.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo