Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fyriskipararnir: Herborg Petursdóttir, Sunnuva á Lakjuni, Eileen Djurhuus, Unn Justinussen, Jónvør Christiansen, nevndarlimir í Fág4 og Mikkel E. J Jensen, geriatari

Fyriskipararnir: Herborg Petursdóttir, Sunnuva á Lakjuni, Eileen Djurhuus, Unn Justinussen, Jónvør Christiansen, nevndarlimir í Fág4 og Mikkel E. J Jensen, geriatari

Sjúkrarøktarfrøðingar hjá kommununum vóru 29. og 30. mars 2023 á skeiði í geriatri. Tað var Fág4, sum er áhugafelagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum við áhuga fyri geriatri og gerontologi, sum skipaði fyri. Geriatri er læran um sjúkur hjá eldri, og gerontologi er læran um at eldast. Áhugin var stórur, og skeiðið var fullteknað beinanvegin.

Undirvísarin, Mikkel Erik Juul Jensen, er geriatari og arbeiðir á  Århus Universitetssjúkrahúsi.

Skeiðið var á høgum fakligum støði, og hevur Fág4 fingið sera jaligar afturmeldingar um skeiðið.

Skeiðið vísti týdningin á, at heilsustarvsfólk verða fakliga ment og verða ílatin til at veita dygdargóðar heilsutænastur til eldru borgararnar, og eiga allir fakbólkar innan heilsuverkið og kommunurnar, sum veita tænastur til eldra ættarliðið, at fáa møguleika at menna seg fakliga innan geriatri og gerontologi, tí tað lønar seg.

Tað lønar seg, tí eldru borgararnir fáa eina betri tænastu, og harvið eitt betri lív, og arbeiðið hjá starvsfólkunum verður meira meiningsfult, tí tey kunnu gera mun.

Fyriskipararnir: Herborg Petursdóttir, Sunnuva á Lakjuni, Eileen Djurhuus, Unn Justinussen, Jónvør Christiansen, nevndarlimir í Fág4 og Mikkel E. J Jensen, geriatari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo