Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Sjókovin: Mikudagin 9. novembur kl. 14 verður forkunnugt høvi at royndarsmakka nýggjar vørur úr fiski, ið tríggjar fyritøkur hava framleitt. Tá verður aftur eitt Ocean Cluster Faroes tiltak á Bátasavninum í Leirvík, har dentur verður lagdur á menning av virðisøktum fiskavørum. Umframt tríggjar framløgur um møguleikar og avbjóðingar í mun til at fáa nýggjar vørur út á marknaðin, verður eisini borðreitt við fiskasuppu, fiskakipsum, heilsugóðum fiskaproteinsopa, svartkjaftakostískoyti, fiskawraps og frystiturkaðum hýsubitum.

Stórir møguleikar eru at menna virðisøktar vørur burturúr stóra livandi tilfeinginum í sjónum, men sigast má, at vit av ymsum orsøkum í stóran mun í Føroyum ikki hava gagnnýtt hesar møguleikar til fulnar. Á næsta tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes seta vit sjóneykuna á vørumenning av nýggjum vørum úr fiskatilfeinginum til brúkaran og nakrar ítøkiligar ætlanir hesum viðvíkjandi. 
 
Á tiltakinum koma umboð fyri tríggjar fyritøkur at greiða frá, hvussu tær arbeiða við vørumenning og hvørjar ætlanir tær hava at koma út á marknaðin við nýggjum vørum. 
 
Jan Petersen, stjóri á Primafisk, sum í nógv ár hevur framleitt ymisk sløg av vælkendu fiskapylsuni, umframt aðrar fiskavørur, kemur at greiða frá tilgongdini at menna nýggjar vørur. Hann fer at tosa um nøkur av hugskotunum, hann hann arbeiðir við, og fer at hugleiða um hvat skal til at koma frá hugskoti til markna. 
 
Niclas Allan Davidsen, stjóri í fyritøkuni NAD Seafood fer at greiða frá teirra framleiðslu av frystiturkaðum fiskavørum. Hann fer at greiða frá hugskotum til nýggjar vørur; týdninginum av einum góðum rávørugrundarlagi við javnari góðsku, umframt hvat skal til fyri at flyta seg frá royndarframleiðslu til vinnuliga framleiðslu, og hvørjar avbjóðingar eru á leiðini.
 
Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum, kemur at greiða frá møguleikunum at framleiða kostískoyti úr fiskaproteinum. Hann fer at greiða frá føðsluvirðinum á vørunum, umframt hvørjar ætlanirnir Høvdavirkið hevur á økinum, og hvørjar avbjóðingar eru á leiðini á marknaðin.  
 
Sum altíð, verður høvi til eitt prát og ein drekkamunn eftir tiltakið, sum verður á Bátasavninum í Leirvík. Á tiltakinum hesuferð verður forkunnugt høvi at síggja og royna nýskapandi vørurnar, ið fyritøkurnar framleiða. Millum annað verður borðreitt við fiskasuppu frá Primafisk, fiskakipsum, heilsugóðum fiskaproteinsopa,  svartkjaftakostískoyti, fiskahotdogs og frystiturkaðum hýsubitum.  
 
 Øll eru hjartaliga vælkomin, og neyðugt er at boða frá luttøku niðanfyri.

Set leinkjuna niðanfyri inn https://www.sjokovin.fo/tiltk-1/tilmelding

Um Ocean Cluster Faroes
Ocean Cluster Faroes er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Tiltøkini verða fyrsta mikudag í hvørjum mánaði og snúgva seg um ymisk viðkomandi evni fyri føroyskar sjófeingisvinnur. Her fáa áhugapartar høvi at hittast til kunnleikaflutning og at kjakast um felags avbjóðingar og loysnir.

Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar. Í Ocean Cluster Faroes hittast partarnir javnan til íblástur. Felags fyri limirnar í Ocean Cluster Faroes er, at teir allir hava áhuga í nýskapan og burðardygd í sjófeingisvinnum, føroyska samfelagnum at frama. Øll eru vælkomin at gerast limir í Ocean Cluster Faroes

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo