Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dávid Høgnason Viderø skoraði tvey av málunum móti San Marino - Mynd: ingi Arge

Dávid Høgnason Viderø skoraði tvey av málunum móti San Marino - Mynd: ingi Arge

Dávid Høgnason Viderø skoraði tvey av málunum móti San Marino - Mynd: ingi Arge

FSF: – Vit mugu bara ásanna, at Albania og Slovakia vóru eitt vet betri enn okkara. Serliga kropsliga og í renniorku vóru teir framman fyri, og teirra tekniska stigi var eisini eitt sindur betri.

– Men okkara stríddust fyrimyndarliga, og til tíðir vístu teir gott spæl. Vit komu eisini til nakrar góðar støður, og við eitt sindur meir hepni, so fingu vit okkurt mál ímóti teimum, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum.

Úrtøkan gjørdist tvey tap og ein javnleikur hjá U15-dreingjunum, sum í síðstu viku tóku lut í UEFA menningarkapping í Albania. Umframt vertslandið, Føroyar og Slovakia, var San Marino eisini við í kappingini.

Móti Albania og Slovakia tapti føroyska liðið ávikavist 2-0 og 4-0, meðan dysturin móti San Marino endaði við javnleiki 3-3. Reglurnar hjá UEFA í menningarkappingum eru tær, at stendur á jøvnum, verður fari beinleiðis til brotssparkskapping, og tá vunnu sanmarinar 4-3.

– Dystin móti San Marino skuldu vit heilt greitt havt vunnið. Vit høvdu bóltin nógv meira, skoraðu trý mál, og vóru eisini framman fyri til langt inn í yvirtíðina. Men vit vóru tíverri ikki nóg avgjørdir í verjupartinum, sigur Jógvan Martin Olsen.

Burtursæð frá javnleikinum, og sæð í ljósinum av, at hetta vóru allar fyrstu landsdystir hjá teimum flestu, er venjarin samanumtikið hampuliga væl nøgdur við kappingina.

– Í menningarkappingum, sum UEFA skipar fyri, er krav, at allir í hópinum fáa minst 80 minuttir á vøllinum. Hetta ger, at allir veruliga sleppa at royna seg, og tað er eisini øgiliga gott fyri menningina hjá tí einstaka spælaranum, ið soleiðis fáa enn fleiri royndir í landsliðshøpi, sigur Jógvan Martin Olsen at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo