Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nógv ung stríðast við avbjóðingar av ymiskum slag. Í einum vælferðarsamfelagi sum okkara er tað sjálvsagt, at vit virka fyri, at tað ongantíð aftur verður neyðugt hjá nøkrum barni ella ungum í Tórshavnar kommunu at verða send av landinum, til tess at fáa røttu hjálpina, uttan so at talan er um lívshóttandi orsøkir.

Grundleggjandi er, at fysisku karmarnir eru í lagi, so sum møguleiki fyri at búgva í sambýli. Harafturat er neyðugt at raðfesta skikkaði starvsfólk, sum megna at veita ta hjálpina tørvur er á, tá brúk er fyri henni.

Eitt menniskja, sum hevur brúk fyri onkrum at tosa við, tá lívið er trupult, má takast í álvara.

At havi í boði sissandi heilivág er ikki nøkur góð loysn, tí tað bara doyvir innaru pínuna eina løtu og veruligi tørvurin verður ikki møttur á tann hátt. Tí er sera umráðandi, at starvsfólk, sum starvast innan økið, eru útbúgvin í at veita sálarliga fyrstuhjálp. Eisini má vera tíð og umstøður at vera nærverandi og handfara støðuna, so menniskjað, ið hevur tørv á hjálp, verður hjálpt á fullgóðan hátt.

Miðflokkurin vil virka fyri at seta menniskjað í miðdepilin. Hetta umfatar bæði tann, ið hevur tørv á hjálp og avvarðandi, ið hava brúk fyri avlasting í gerandisdegnum.

Anna Margretha Otthamar
Valevni hjá Miðflokkinum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo