

Mentanargrunnur Landsins: Mentanargrunnur Landsins letur á hvørjum ári stuðul til starvsløn og íverksetan. Grunnurin fekk nógvar dygdargóðar umsóknir í ár, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar.
Grunnurin fekk 133 umsóknir um starvsløn og 19 umsóknir um íverksetanarstuðul, har søkt var tilsamans um knappar 19 mio. kr.
Grunnurin kundi í ár lata góðar 3,4 mio kr. til starvslønir og íverksetanarstuðul.
Í hesum umfari fingu 25 umsøkjarar starvsløn, meðan fýra fingu íverksetanarstuðul.
Nevndin hevur á fundi tann 30.mars 2023 avgjørt at veita starvsløn til hesar umsøkjarar:
1 ár:
Gudmund Helmsdal (filmslist)
6 mánaðir:
Dánjal Dam á Neystabø (tónlist)
Marjun Syderbø Kjelnæs (bókmentir)
Mattias Kapnas (tónlist)
7 umsøkjarar fingu 4 mánaðir og 14 fingu 3 mánaðir.
Tilsamans vóru 100 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2023 (sí fylgiskjal).
Tá starvslønir verða latnar, tekur nevndin støði í upplýsingum í sjálvari umsóknini og ásetingum í kunngerð nr. 109 §4: Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.
Stk. 2. Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og sum eftir nevndarinnar meting er av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.
Grunnurin fekk 19 umsóknir til íverksetan. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við sínum skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 kr. og kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir.
Nevndin hevur gjørt av, at lata hesum umsøkjarum íversetanarstuðul:
Heðin Ziska Davidsen (tónlist)
Eyði Højsted Horsdal (tónlist)
Rannvá G. Niclasen (dansur)
Jákup Veyhe (tónlist)
Starvslønir 2023
Gudmund Helmsdal 12 mðr.
Dánjal Dam á Neystabø 6 mðr.
Marjun Syderbø Kjelnæs 6 mðr.
Mattias Kapnas 6 mðr.
Helle Thede Johansen 4 mðr.
Heri Joensen 4 mðr.
Ingun Christensen 4 mðr.
Jens Dam Ziska 4 mðr.
Torfinnur Jákupsson 4 mðr.
Tóta Árnadóttir 4 mðr.
Unn Paturson 4 mðr.
Arnold Ludvig 3 mðr.
Barbara Lervig 3 mðr.
Beinir Troest Rasmussen 3 mðr.
Gunnvá Zachariasen 3 mðr.
Joel Cole 3 mðr.
Jógvan Isaksen 3 mðr.
Lena Nicolajsen 3 mðr.
Marianna Hoydal 3 mðr.
Rigmor Dam 3 mðr.
Rógvi Rasmussen 3 mðr.
Snorri Brend 3 mðr.
Trygvi Danielsen 3 mðr.
Uni Debess 3 mðr.
Vár Berghamar Jacoben 3 mðr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo