Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmselagið: Næsta mikudagsfilmin í Filmsfelagnum hevur Hella Joof gjørt. Tað er nýggi danski skemtifilmurin ”Meter i sekundet”, sum byggir á metsølubókina hjá Stine Pilgaard, ið er um mentanarmunir millum bý og bygd í Danmark.

Í filminum fylgja vit Mariu (Sofie Torp), sum treyðugt vil flyta úr Keypmannahavn, tá makin Rasmus (Thomas Hwan) fær arbeiði á Velling Højskole.

Hon skilir ikki petti av lívinum í lítla vesturjútska býnum, men tá hon leggur seg eftir at lurta meir enn hon speedsnakkar, kennir hon á sær, at háskúlalívið í Velling er akkurát rætti staðurin hjá henni at liva og trívast í.

Í leiklutinum sum Maria síggja vit Sofie Torp, ið er kend frá filmunum ”Ser du månen, Daniel”, ”Marco effekten” og ”Lykkelige omstændigheder”. Umframt hana síggja vit Thomas Hwan, Bodil Jørgensen, Bjarne Henriksen, Christian Tafdrup og sjónvarpsstjørnuna Anders Agger, ið eisini hevur verið í Føroyum og gjørt sendingar um matgerð.

Filmsfelagið 22/2 Meter i sekundet (Hella Joof, Danmark 2023 120 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo