Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgtingið: Jenis av Rana, formaður í Útnorðurráðnum, luttók hósdagin 21. september í mentanartiltaki í Washington DC, sum hevði til endamáls at kunna um londini í útnorðri.

Útnorðurráðið arbeiðir áhaldandi við at seta sjóneykuna á tey trý londini í útnorðri – Ísland, Grønland og Føroyar – og hesa ferð var høvi hjá formanninum at greiða frá arbeiðinum í ráðnum, og á hvønn hátt tey samstarva um felags viðurskifti.

Tiltakið, sum varð skipað í samstarvi millum íslendsku ambassaduna, grønlendsku sendistovuna í Washington DC og føroyska Uttanríkis- og vinnumálaráðið, varð væl vitjað. Umboð úr amerikonsku kongressini var millum tey luttakandi, umframt vinnulívsfólk, mentanarumboð og diplomatar úr øðrum londum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo