At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í komandi viku fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, at handa virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri árið 2020.

Í ár verður hátíðarløtan í Løkshøll í Runavík mikukvøldið 13. januar kl 19.00.

Av tí, at áskoðaratalið má avmarkast fyri at fylgja tilmælunum, verður tiltakið í ár bara fyri innbodnum.

Almenningurin kann tó fylgja við í Kringvarpinum, sum sendir beinleiðis frá Løkshøll bæði í útvarpinum og sjónvarpinum.

Tríggjar virðislønir verða handaðar komandi mikukvøld:

- Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

- Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

- Serstaka virðislønin, sum er 50.000 kr. Hon kann eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi, sum hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Hesar somu virðislønirnar vórðu eisini handaðar í fjør. Tá fekk Hanus G. Johansen mentanarvirðisløn landsins, Simme Arge Jacobsen fekk heiðursgávu landsins og forlagið Leirkerið fekk serstøku virðislønina.

Sum siðvenja er, verða nøvnini á teimum, sum fáa virðislønirnar, ikki kunngjørd, fyrr enn tá virðislønirnar verða handaðar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo