Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambært búskaparráðnum, so koma tað at mangla 700 starvfók innan heilsu- og umsorganarøkið og dagstovnaøkið tey komandi 10 árini. Tí eiga vit at skipa okkara útbúgvaringarskipan soleiðis, at vit megna at lofta komandi avbjóðingum á hesum økjum. 

Dagstovnalógin sigur, at tað skulu vera 2/3 námsfrøðingar, sum skulu arbeiða á dagstovnaøkinum, men støðan er tann, at vit sum samfelag langt frá halda hesa lógaráseting, og hóast fleiri flokkar eru raðfestir á námsfrøðiligu útbúgvingini á Fróðskaparsetrinum, so røkka vit framvegis ikki málinum.

Ásannandi hesa avbjóðing fór Tórshavnar kommuna undir eina meritútbúgving í Danmark í februar í ár, har starvfólk innan dagstovnaøkið kunnu fara til Danmarkar at fáa eina meritútbúgving, tvs at tær royndir tú hevði gjørt tær á dagstovnaøkinum kundu teljast við í tína útbúgving.

Talan er um eina sokallaða professiónsbacelor, ið telur 160 ECTS stig og tekur 3,5 ár, ella 7 semestur.

Ìmeðan tú lesur skalt tú 2 ferðir í praktikk pr semestur og fær løn, meðan tú tekur útbúgvingina, tó ikki meðan tú ert í skúla.

Tú kanst taka útbúgvingina á netinum, og skalt bert til Danmarkar í eina viku í byrjanini og í endanum á hvørjum semestri.

Tað vóru 21 persónar, sum byrjaðu at taka hesa útbúgving í februar í ár og væntandi vera tað 25 persónar, ið verða tiknir upp komandi ár. 

Sum samfelag eiga vit tó at skipa okkara útbúgvingar soleiðis, at vit í størstan mun kunnu taka hesar útbúgvingar í Føroyum, heldur enn at verða noydd at senda fólk av landinum,  og at skipa eina meritútbúgving (professiónsbacelor) hevði verið so upplagt at skipa í Føroyum.

Tí er ein skrivligur fyrispuringur settur landsstýrismanninum um hesi viðurskifti.

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo