Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Í gjár komu boðini um, at Jóhan Hendrik W. Poulsen, professari, úr Kirkjubø andaðist 19. desember 2022, 88 ára gamal. Fjørður hansara er rógvin og árarnar lagdar inn.

Ikki smávegis hesin mildi, nærlagdi og arbeiðssami granskari útinti máli okkara, mentan og samleika at frama. Starvsfólkið á Føroyamálsdeildini hevur longu skrivað so vakurt um gamla starvsfelaga sín og lívsleið.

Leiðir okkara bórust saman, og hesi mongu ár hevur ávíst samskifti verið okkara millum. Eitt nú havi eg sitið væl hjá Birnu og Jóhan Hendriki í Kirkjubø, og í 2004 vóru vit báðir Jóhan Hendrik á frændafundi í Íslandi. Aðrir føroyingar vóru eisini við.

Jóhan Hendrik, sum var høgt virdur, fylti 70 sama dag, sum undirritaði helt fyrilestur á Háskóla Íslands. Eg bað hann standa mær við lið, tí aftaná komu spurningar frá fjøldini. Jóhan Hendrik tosaði íslendskt raðið, og alt gekk upp á stás. Hetta eri eg honum sera takksamur fyri.

Eisini takki eg honum fyri, at hann á sinni legði leiðina til Klaksvíkar úr Kirkjubø í sambandi við, at bókin um Fischer Heinesen varð løgd fram.

Tá ið eg frætti, at minnið hjá Jóhan Hendriki so smátt var farið at bila, fór eg til Kirkjubøar at biðja hann siga mær frá lívsleið sínari. Konan, Birna, var tá farin á eitt heim. Vit høvdu eftir umstøðunum ein góðan seinnapart saman, og 28. mai 2014 tók Norðlýsið upp greinina: “Málrøktarmaður sigur frá.”

Hetta brotið er úr greinini:

“Dreymur mín var altíð at savna orð í málinum á meira skipaðan hátt. Í Íslandi var eg hugtikin av sendingini “Íslenzkt mál,” sum íslendskir orðabókamenn høvdu í útvarpinum. Hesum lurtaði eg altíð eftir. Teir spurdu eftir orðum, sum teir vistu ov lítið um – um nakar kendi hetta og hatta orðið, sum einans var uppskrivað har og har tá og tá, um nakar visti um tað at siga.

Og tað streymaði inn við svarum úr øllum landinum. Fólk sendi eisini av sínum eintingum inn orð og orðafelli. Tá setti eg í meg, at kom eg heimaftur og fór at arbeiða við orðabókaarbeiði, vildi eg royna upp á sama máta. Og tað eydnaðist. Eg fekk innivist í Útvarpi Føroya fyri sendingini, kallað “Orðabókin,” vetrarnar 1969-1993. Ótrúligt, sum fólk tók væl undir.”

Birna er farin, og nú fór maður hennara. Tankar mínir eru hjá tykkum, sum eftir sita. Má Hann, ið øllum valdar, vera tykkum nær.

Friður veri við Birnu og Jóhan Hendriki.

Óli Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo