Havstovan: Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall.
Hvalirnir ferðaðust fyrst fram við hellingini av bretska landgrunninum, síðan vestur millum Rosemary og Dohrn bankan.
Í løtuni ferðast teir róliga suðureftir, fram við innaru hellingini av Rockall bankanum. Ferðin er umleið tríggjar fjórðingar um tíman.
Sambandið er slitnað við ein av teimum trimum sendarunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo