Fótbóltsstjørnan Lionel Messi (29) og pápin Jorge eru dømdir 21 mánaðir handan rimarnar fyri skattasvik.
Skattamyndugleikarnir halda at familjan Messi er sloppin undan um 40 milliónum í skatti við at brúka feløg í Belize, Uruguay og Sveis.
Messi skal eisini gjalda 19 milliónir krónur í bót. Han hevur møguleikan at kæra dómin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo