Skipasmiðjan MEST og Gardit hava júst gjørt eina 5 ára avtalu. Samstarvsavtalan umfatar yvirflatuviðgerð av skipum sum eru á skipasmiðjunum hjá MEST ávikavist í Havn og á Skála.
Tey seinastu árini hevur Gardit gjørt fleiri yviflatuviðgerðir á tangum v.m í Føroyum og liggja fleiri spennandi uppgávur hjá teimum fyri framman komandi árini.
Gardit er tískil í ferð við at stovna eitt lokalt føroyskt dótturfelag, sum fer at taka sær av føroyskum virksemi.
Umframt danskar serfrøðingar, er ætlanin at brúka føroyska arbeiðsmegi innan yvirflatuviðgerð av stál- og betongkonstruktión í arbeiðinum.
Gardit hevur drúgvar royndir innan yvirflatuviðgerð av skipum og hevur í mong ár havt samstarv við millum annað skipasmiðjuna Fayard.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo