Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaðurin: Tvey línuskip eru til fiskarí. Annað er vestanfyri og hitt er norðanfyri. Tey fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Møguliga landa tey síðst í vikuni.  Fimm frystilínuskip fiska við Eysturgrønland og trý fiska við Føroyar. Tey við Eysturgrønland fiska mest av toski, meðan tey undir Føroyum fiska mest longu, tosk, hýsu og brosmu.

Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðrið verður gott. Fiskaríið er smáligur hjá útróðrabátunum, so tí verður neyvan nógvur útróður.

Ein djúpvatnstrolari er á kongafiskaveiðu. Hann landar miðskeiðis í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva, ein liggur við bryggju og so er ein á beding.

Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og so eru tvey pør á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er smáligt.

Fýra trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Væntandi landa tríggir í vikuni, meðan tann fjórði landar í næstu viku. Møguliga fer onkur avstað í næstum.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo