Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bruttovinningurin er vaksin stútt og støðugt seinastu nógvu árini hjá Løvubetong, sum umframt at veita betong eisini hevur kranar og aðra útgerð at brúka í byggivinnuni. Bara frá í fyrraárið til í fjør vaks bruttovinningurin við heili seks milliónum - og endaði á 27 mió kr.

Taka vit seinastu trý árini, so hevur framgongdin í bruttovinninginum verið heili 10 mió kr, uttan at útreiðslurnar til starvsfólk, sum vanliga er ein stórur postur, eru vaksnar nakað nevnivert.

Eins og bruttovinningurin setti ársúrslitið eisini met í fjør. Úrslitið áðrenn skatt vaks við nærum allari meirsøluni ella vøkstrinum í bruttovinninginum, rættari sagt. Bara avskrivingar og skattur vuksu av øllum útreiðslum í fjør, og endaliga úrslitið gjørdist 13,2 mió kr at samanbera við 8,8 mió kr árið frammanundan.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 65,5 mió kr og eginognin var 51,2 mió kr.

Løvubetong hevur heimstað á Norðskála. Regin Jóannes Johannesen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo