At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Árið royndist væl hjá partafelagnum Borg í fjør.

Bæði topplinja og botnlinja settu met.

Bruttovinningurin vaks við nærum 13 mió kr og endaði á 52,3 mió kr. Og ársúrslitið vaks við meira enn 4 mió kr og endaði á 11,2 mió kr, tað var aftaná at 2,6 mió kr vórðu goldnar í partafelagsskatti.

Í ársfrágreiðingini verður sagt, at 2020 var eitt nógv øðrvísi ár, og var tilvenjingin og avbjóðingin stór við nýggju støðuni við COVID-19 farsóttini, har neyðugt var at arbeiða í vaktum fyri at verja starvsfólkini.

- Summarið 2020 skapti stóra øking i sølu, sum var við til at gera úrslitið hjá Borg met gott.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 125,4 mió kr, harav var 45,6 mió kr eginpeningur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo