Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Skandinaviska flogfelagið hevur júst kunngjørt roknskapin fyri seinasta roknskaparárið, og hann vísir, at hallið var heilar 6,8 milliardir krónur, sum er metstórt.

Tað var væntandi at SAS, eins og flest øll onnur flogfeløg í heiminum, fór at hava hall orsakað av korona sóttini. Men hallið er kortini størri enn flestu greinarar høvdu væntað.

Sølan var 14,8 milliardir krónur, sum er minni enn helvtin av tí sum hon var árið frammanundan.

Greinarar meta, at tað verður ikki fyrr enn í 2022 at verulig gongd kemur á flogvinnuna aftur, og tí hevur SAS eisini eitt strævi ár fyri framman, har møguliga verður neyðugt við enn fleiri uppsøgnum.

- Kortini er ongin vandi, SAS hevur nóg gott gjaldføri til at klára minst eitt ár afturár, kanska hálvtannað, sigur Jacob Pedersen, greinari hjá Sydbank.

Sum nógv onnur flogfeløg hevur SAS eisini fingið kreppuhjálp frá almennari síðu. SAS hevur fingið tilsamans 8,6 milliardir krónur frá danska og svenska statinum í ár.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo